Troyggjan og ítróttin eru góð jarnbrot
Ferðavinnan hevur lítla játtan, men eitt nú Guðrun & Guðrun troyggjan og fótbóltslandsliðið eru ein góð hjálp í marknaðarføringini. Súsanna Sørensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum, greiðir frá hesum og hvussu tað kann mátast, tá Føroyar fáa umrøðu uttanlands.
Jákup Magnussen |
4. jan kl. 08:59 |
Dagf. 4. jan kl. 09:01
Bretin Simon Anholt gjørdi eitt kanningararbeiði fyri Føroyar, ið nevndist Kappingarsamleiki Føroyar. Í frágreiðingini eru fleiri niðurstøður og ein teirra er, at tað eigur at vera rættiliga lætt at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland, tí vit hava so nógv vakurt at bjóða. Síðani kann ein seta kikaran á aðrar vinnur og tænastur. Altso, hann heldur, at ferðavinnan kann bera aðrar vinnur fram í útlondum. Í 2015 verður full sólarmyrking og Føroyar eru staðið, har sólarmyrkingin sæst best. Í tí sambandi eru áhugin stórur hjá áhugabólkum kring heimin. Millum annað hevur eitt ferðalið við 200 amerikanarum boðað frá, at tað kemur hendanvegin tá. Tað var Jákup, sum vitjaði Vinnumálaráðið, har hann tosaði við ráðgevan Súsonnu Sørensen. Hon heldur, at eisini Japan eigur at vera ein marknaður, sum Føroyar kunnu fáa nakað burtur úr, tí japanarar ferðast nógv til Íslands. Vit skulu bara siga teimum, at Føroyar einans eru ein tíma úr Íslandi, og at vit hava nógv at bjóða eisini.