Sleppa ikki at selja føroyska rullipylsu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
Einum føroyskum virki manglar EU góðkenning, so rullipylsan kann útflytast. Tí sleppa vit ikki at selja rullipulsu í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum, leiðari
Kári Olsen |
4. jan kl. 08:31 |
Dagf. 4. jan kl. 08:33
Føroyahúsið í Vesterbrogade í Keypmannahavn hevur virka í nørum og ár, og seinastu fimm árini hevur havnarmaðurin Hans Petur í Brekkunum verið leiðari í húsinum. Hans Petur letur væl at. Tað er nógv og fjølbroytt virksemi í Føroyahúsinum, og vónandi verður ikki skorið meira í játtanini til húsið. So skal tað nokk ganga, sigur leiðarin Hans Petur í Brekkunum