Í tøkum tíma at bjarga útróðrinum
Útróðrarmaðurin og fyrrverandi skiparin Mortan Johannesen heldur, at okkurt er spinnandi galið, tá ein ikki kann fáa besta prísin fyri besta fiskin. Hann óttast, at føroyski útróðarflotin skjótt fer fyri bakka.
Jákup Magnussen |
4. jan kl. 16:00 |
Dagf. 4. jan kl. 16:02
Mortan Johannesen hugleiðir í samrøðuni eisini um gamlar dagar á Tvøroyri, tá hann førdi Suðring. Hann sigur, at tvøramenn eru raskastu menn, hann hevur siglt saman við. Persónliga sigur hann seg hava tað gott, lagið er av tí besta og heilsan góð. Vit tosaðu við við Mortan Johannesen, tá hann týsdagin seldi fisk í einum av sølubásunum í Vágsbotni. Jógvan á Dul vitjaði og tók eina mynd, sum vit síggja her.