Nú fjarar í ALS-kassanum
Skal ALS-grunninum verða lív lagað, er neyðugt at gera inntriv nú, sigur Alfred Petersen, formaður í ALS-stýrinum
Ingrid Bjarnastein/Johnsigurd Johannesen |
3. jan kl. 09:39 |
Dagf. 3. jan kl. 10:05
Stýrið hevur gjørt av at gera nakrar tillagingar í skipanini. Eitt nú verður útgjaldið lækkað, og inngjaldið hækkar úr einum prosenti og upp í 1,25 prosent. Hetta fer at geva grunninum millum 70 og 80 milliónir krónur í ár. Men tað dámar ikki forkvinnuni í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum heldur, at avleiðingin kann verða, at fólk flytir av landinum. Sí innslag og samrøðu við Vigdis Johannesen, sum var gestur í Degi og Viku í gjárkvøldiðHøvundur:
Ingrid Bjarnastein/Johnsigurd Johannesen