Óviljað er tíðindayrkið ein lívsstílur

Mynd: Savnsmynd

Tíðindaverðin er eitt krevjandi starvsøki. Fjølmiðlarnir eygleiða og viðgera nátt sum dag samfelagslig og persónlig viðurskifti, og mangan brýtur í bæði borð.

Jákup Magnussen | 3. jan kl. 08:33 | Dagf. 3. jan kl. 08:35

Vit hava hugt inn í hesa verð, hvørs starvsfólk renna skjótt og mangan taka avgerðir, ið gera teimum lívið súrt. Men er talan um eitt serligt slag av fólki, ið skriva tíðindi? Millum annað hetta spyrja vit Svein Tróndarsson um. Sveinur starvast sum tíðindafólk á Dimmalætting. Hann byrjaði hesa starvssleið í seinnu helvt av hálvfemsunum, tá hann fór í starv á Sosialinum á Argjum. Frammanundan hevði hann eitt nú starvst í banka.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
3. jan kl. 08:33
Dagførd:
3. jan kl. 08:35