Bók um internetvandar og foreldrasvík

Mynd: Savnsmynd

Høvuðspersónurin er Anna; ein eitt sindur forfjónað genta, sum brúkar hon alla sína tíð á internetinum, har hon kjattar við Mikkjal. Trupulleikin er, at Mikkjal er ikki tann, hann sigur seg vera.

Jákup Magnussen | 2. jan kl. 07:59 | Dagf. 2. jan kl. 08:01

Helle Thede Johansen í Havn skrivar bøkur til stór børn og eitt sindur til foreldur eisini. Tær kunnu bæði nýtast sum vanligur lesnaður og í frálæruhøpi. Helle tekur støði í nøkrum fimtafloks børnum og lýsir teirra lív og avbjóðingar. Í ár er onnur bókin av fimm komin. Hon ber heitið Vinurin og er um eitt so aktuelt evni, sum internetið. Søgan Vinurin er um ein stóran trupulleika á sosialum síðum á netinum: at tú ikki altíð veitst, hvønn tú tosar við, og at tú í grundini kanst taka tær ein leiklut á netinum, júst sum tú vilt. Søgan er eisini um svik, um at kenna seg púra einsamalla í verðini, um, at tað hevur týdning, at foreldur hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og tosa við tey um tað. Jákup Magnussen tosar við rithøvundin Helle Thede Johansen. Bókin Vinurin er 70 blaðsíður og heft. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Uppgávur til bókina Vinurin verða lagdar á heimasíðu felagsins her í januar.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
2. jan kl. 07:59
Dagførd:
2. jan kl. 08:01