Eitt stórt blátt ljós broytti lívið

Mynd: Savnsmynd

Johan Dalsgaard er nýggjársgestur í morgunsendingini Millum jólanna. Í samrøðuni hugleiðir hann um kærleika, giftarmál, at vera øðrvísi, og nógva annað. Johan bleiv edrúur, tá hann í kenslukreppu sá eitt stórt blátt ljós. Tað var byrjanin til annað lív.

Jákup Magnussen | 30. des kl. 09:13 | Dagf. 30. des kl. 09:15

Johan í Kollafirði býr í fyrr avtoftaðu bygdini Fámará í Suðuroy. Eisini hevur hann roynt at búgva í Koltri, og fyri nøkrum árum síðan innrættaði hann seg í einari illa farnari smáttu í Havn. Men alt hevur sína meining. Johan sigur, at hetta eru stig á leiðini. Fyri tíðina hugsar hann nógv um ikki at gera endurtøkur, sum ikki rigga. Johan Dalsgaard er giftur fyri aðru ferð. Hann sigur, at konan og hundurin læra hann at virða seg sjálvan. Hoyr samrøðuna, ið filosofiskt endavendur fleiri kensluligum og menniskjaligum viðurskiftum. Í innslagnum verða trý løg spæld: You never can tell hjá Chuck Berry, Don't tell me your troubles við Shakin' Stevens, og Oh Carol hjá Smokie.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
30. des kl. 09:13
Dagførd:
30. des kl. 09:15