FM í Poetry Slam
Fyrst verður eitt skriviskeið, har danmarksmeistarin í Poetry Slam leggur lag á. Síðani verður sjálv kappingin, har ein til dømis kann gera samfelagsligar viðmerkingar. Poetry Slam kann vera ein blandingur av Comedy og upplestri.
Jákup Magnussen |
29. des kl. 09:50 |
Dagf. 29. des kl. 09:51
MÁF og Háskúlin skipa fyri. Skriviverkstaðurin verður 2., 3., og 4. januar 2012. Yvirskriftirnar til skeiðið eru: Inspiratión - at hoyra og síggja hvussu skaldskapur broytist frá pappíri til tungu. Skapandi skriving - at finna sína egnu rødd í orðunum. Almenn framførsla í Steinprenti á Skálatrøð trettandakvøld - føroyameistarin 2012 í Poetry Slam verður funnin. Undirvísari: Lasse Thorning, danmarksmeistari í Poetry Slam
í 2009. Tilmeldingin fer fram á Føroya Fólkaháskúla. Tlf. 311743 og haskulin@haskulin.fo. Stigtakarin Bárður Pesson vitjaði útvarpsstovuna í morgun.Løgd út:
29. des kl. 09:50 Dagførd:
29. des kl. 09:51