Eitt lív eftir egnum treytum
Bent Bruun Hansen kom til Føroya úr Danmark fyri sløkum fimti árum síðan. Upprunaliga starvaðist hann í Mjørkadali, men seinni hevur hann til dømis verið grótlagari og hýruvognsførari. Bent er avbera erligur og lítið sjálvupptikin - og stuttligur.
Jákup Magnussen |
29. des kl. 10:12 |
Dagf. 29. des kl. 10:13
Bent Bruun Hansen og hundurin Koko búgva í lítlu húsunum í Skopun. Í samrøðuni greiðir hann frá lívi sínum. Um framtíðina sigur Bent, at hann skal jarðast í Skopun og at nakað av tí seinasta, ið fer at síggjast eftir hann, er roykurin frá sigarettini. Tann skjótt sjeytifimm ára gamli Bent Bruun Hansen trívist sera væl í Skopun. Hann er sjáldsama opin og erligur, og lítið sjálvsøkin.Løgd út:
29. des kl. 10:12 Dagførd:
29. des kl. 10:13