Vinnuframi stuðlar kreativitetinum

Mynd: Savnsmynd

Vinnuframagrunnurin hevur broytt navn til Vinnuframi. Við nýggjum samleika og búmerki æltar grunnurin, at størri partur av stuðulsveitingunum fara beinleiðis til íverksetararnar. Meira verður til kreativu vinnurnar, og granskingarlundin er ávegis..

Jákup Magnussen | 28. des kl. 11:03 | Dagf. 28. des kl. 11:04

Stýrið fyri Vinnuframagrunnin hevur gjørt av, at í 2012 verður dentur lagdur á kreativar vinnur, upplivingarvinnur, og á at fáa føroyskar fyritøkur út í heim at selja. Endamálið við Vinnuframa er at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og menna burðardyggar føroyskar fyritøkur. Vinnuframi skal virka samsvarandi vinnupolitikki landsins og annars sambært løgtingslóg um vinnuframagrunn. Í stýrinum fyri Vinnuframa eru umframt Regin W. Dalsgaard, formann, hesir persónar: Bárður Larsen, løgfrøðingur, Sissal Kristiansen, ráðgevi innan marknaðarføring og lýsingarvirksemi, Kári Kallsberg, roknskaparleiðari, og Guðrið Andorsdóttir, stjóri.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
28. des kl. 11:03
Dagførd:
28. des kl. 11:04