Á Dunga er alt hondgjørt

Mynd: Savnsmynd

Hildur Hermansen greiðir frá ti arbeiði, sum verkstøð fyri menningartarnað hava framleitt. Talan er bæði um klæði, prýðislutir, keramikk, sápu, pungar, og mangt annað. Tey sýna fram á Dunga í Bringsnagøtu; húsini eru frá 1744.

Jákup Magnussen | 23. des kl. 14:43 | Dagf. 23. des kl. 14:44

Hildur Hermansen er leiðari í Virkni á Berjabrekku, men eisini hini verkhúsini kring landið eru við í søluni í jólagøtuni í Havn. Hildur greiðir frá tilgongdini til tilevningina, um søluna, og endamálinum. Húsini verða eisini nevnd niðri hjá Klett, og enn eru leivdir í hølunum eftir mótahandilin Í Skotinum, sum helt til har í áttatiárunum. Frammanundan hevði nógv ymiskt virksemi verið í húisinum.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
23. des kl. 14:43
Dagførd:
23. des kl. 14:44