Frels okkum frá okkum sjálvum

Mynd: Savnsmynd

Tjóðarliga støða føroyinga er "millum skins og hold". Terji Rasmussen spyr, hví vit ikki fara fult og heilt undir Danmark, tá vit hvørki vilja hava fullveldi ella heimastýrislógina. Tá høvdu vit eisini havt persónligt frælsi.

Jákup Magnussen | 22. des kl. 11:45 | Dagf. 22. des kl. 11:46

Terji Rasmussen leyp øði í summi fólk, tá hann herfyri hevði staðfesting og hugleiðing á netinum, ið birti upp undir, at vit knýta enn tættari samband við Danmark. Har helt hann fyri, at á einari møguligari fólkaatkvøðu eiga vit eisini at hava møguleikan at leggja okkum skerfløt fyri Danmørkini ? serliga, um vit hvørki vilja loysing ella Heimastýrislógina. Terji Rasmussen sær eisini sum fyrimun, at tá høvdu vit eisini sloppið av við allar tær moraliserandi "Denne lov gælder ikke for Færøerne" lógirnar. Tað merkir millum annað frían abort og frítt porno.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
22. des kl. 11:45
Dagførd:
22. des kl. 11:46