Hava egnan veðurlagspolitikk

Mynd: Savnsmynd

Hóast Føroyar ikki eru fevndar av Kyoto-avtaluni, so hava vit samtykt okkara egna veðurlagspolitikk, sum sigur, at útlátið av vakstrarhúsgassum skal verða skert í minsta lagi 20 prosent í 2020 samanborið við útlátið í 2005.

Dagur & Vika | 14. des kl. 07:33 | Dagf. 14. des kl. 07:34

Tað sigur Umhvørvisstovan, nú ársfundurin hjá altjóða veðurlagssáttmálanum í suðurafrikanska býnum Durban endaði við semju um, at Kyoto-avtalan verður longd, og arbeiðast skal fyri eini nýggjari, bindandi avtalu, sum skal koma í gildi í 2020.

Hjá okkum bendir tó einki á, at vit gera nóg mikið at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum, tí útlátið í fjør var størri enn í 2005. Orsøkin er m.a., at fleiri útlendsk fiskiskip bunkra olju í Føroyum. 

Tá oljan er dýr, minkar nýtslan og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassum. Men lækkar oljuprísurin, veksur nýtslan. Tí er neyðugt at leggja um til varandi orkukeldur og eggja til orkusparing á øllum økjum innan húsarhald, vinnulív og ferðslu, sigur Umhvørvisstovan.


Høvundur:
Dagur & Vika
Løgd út:
14. des kl. 07:33
Dagførd:
14. des kl. 07:34