Vita ikki hvar tey skulu vera eftir jól
Ongin kann enn siga næmingunum á Rásini í Runavík hvar tey skulu búgva aftaná jólafrítíðina.
Ingrid Bjarnastein |
13. des kl. 11:15 |
Dagf. 13. des kl. 11:33
Næmingarnir á Rásini í Runavík, sum er ein skúli og skúlaheim fyri ung við menningartarni, vita framvegis ikki, hvar teir skulu búgva eftir jólafrítíðina, sum byrjar hósdagin.
Tað er ein vónleys støða at vera í, sigur leiðarin, Morten Hust Petersen, og tey ungu eru av álvara farin at ótolnast. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, lovar eina loysn á málinum í morgin ella mikudagin.
Høvundur:
Ingrid BjarnasteinLøgd út:
13. des kl. 11:15 Dagførd:
13. des kl. 11:33