Ongin blokkhækkan enn

Mynd: Savnsmynd

- Vit hava lagt okkara sjónarmið fram, og hava hetta til 20. januar at finna eina loysn, sigur løgmaður, kaj Leo Johannesen. Hann vil ikki siga nakað um, hvørji krøv landsstýrið hevur sett fram.

Kaj Joensen | 12. des kl. 20:44 | Dagf. 13. des kl. 11:32

Einki ítøkiligt spurdist burturúr, tá Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vóru á fundi við donsku stjórnina í dag um at tiðna blokkin.

- Vit hava lagt okkara sjónarmið fram, og hava hetta til 20. januar at finna eina loysn, sigur løgmaður.Hann vil ikki siga nakað um, hvørji krøv landsstýrið hevur sett fram.-Bjarne Corrydon, fíggjarmálaráðharri, vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til samráðingarnar.


Høvundur:
Kaj Joensen
Løgd út:
12. des kl. 20:44
Dagførd:
13. des kl. 11:32