Tilboð á facebook kunnu roknast sum spam
Brúkaraumboðið sigur, at um fyritøkur senda tilboð um sosialar netsíður, kann hetta roknast sum spam
Kári Olsen |
8. des kl. 11:44 |
Dagf. 9. des kl. 08:53
Spurningurin ljóðar: Tað eru nógv handilstilboð á internetinum, og tað seinasta, sum eg havi upplivað er, at fyritøkur senda tilboð á facebook til fleiri, sum tey kenna, men tá hesi so skulu hyggja hvat hetta er, mugu tey trýsta á ?dáma? knøttin og eisini senda tað víðari til allar sínar facebookvinir.
So er skjótt at hetta tilboð endar hjá fleiri hundrað fólkum á facebook, sum helst ikki vilja síggja tílíkt. Spyr brúkaraumboðið um hetta ikki er spam, og um tað er lógligt at senda tílík tilboð.