Hevur ongantíð sæð so stóra grind
Ein grindaformaður, sum hevur havt hetta álitisstarv í 30 ár, sigur, at hann hevur ongantíð sæð so nógva grind sum í Hestfirði í gjár
Mynd:
© Kringvarp Føroya
Allur Hestfjørður kókaði av grind í gjár, men tá avtornaði eydnaðist bert at reka 81 hvalir í Sandágerð
Tórður Mikkelsen/Johnsigurd Johannesen |
23. nov kl. 11:32 |
Dagf. 12. apr kl. 20:55
Ein grindaformaður, sum hevur havt hetta álitisstarv í 30 ár, sigur, at hann hevur ongantíð sæð so nógva grind sum í Hestfirði í gjár. Hann metir, at ið hvussu er 1000 hvalir vóru tilsamans.
Grindin gekk í fleiri bólkum, og hóast nógvar royndir, fekst bert rakstur á ein lítlan part. Eitt lið frá Sjónvarpinum var í tyrluni í øðrum ørindum, tá grindaboðini komu. Tí fingu vit loftmyndir av rakstrinum. Sí innslag í Degi og Viku.
Høvundur:
Tórður Mikkelsen/Johnsigurd JohannesenLøgd út:
23. nov kl. 11:32 Dagførd:
12. apr kl. 20:55