Øðrvísi tingbýti

Mynd: Savnsmynd

Um Føroyar enn vóru sjey valdømi, so høvdu tað helst ikki verið tey somu, sum komu inn

Finnur Jensen/Eirikur í Jákupsstovu | 5. nov kl. 16:00 | Dagf. 5. nov kl. 16:01

Løgtingið hevði allarhelst sæð eitt sindur øðrvísi út, um gamla valskipanin við sjey valdømum og 32 tingsessum - ístaðin fyri 33 - framvegis var galdandi.

Tað vísir eitt yvirlit, sum Jóannes Hansen, hagtalsserfrøðingur hevur gjørt fyri Vikuskiftissosialin.

Javnaðarflokkurin hevði mist sætta umboðið, um einans 32 tingsessir vóru, vísir yvirlitið.

Harumframt høvdu seks av teimum 32 tingsessunum verið mannaðir av øðrum enn teimum, sum fingu hann eftir valið fyri einari viku síðani.

Hjá Fólkaflokkinum hevði tingsessurin, sum fór til Hanus Samró í Suðurstreymoy, ístaðin farið til Norðstreymoy, har Pauli Petersen var toppskorari av lokalu fólkafloksvalevnunum.

Edva Jacobsen úr Fuglafirði, sum fekk triðflestar sambandsatkvøður í Eysturoynni, hevði mist sessin til Jónu Mortensen úr Havn, sum var tað havnarumboðið í Sambandsflokkinum, sum fekk næstflestar atkvøður.

Javnaðarflokkurin fekk eitt so vánaligt lokalval í Norðuroyggjum, at hann sambært gomlu valskipanini als ikki hevði fingið nakað umboð valt. Tað merkir, at bæði Aksel V. Johannesen - um vit telja hann sum norðing - og Eyðgunn Samuelsen høvdu mist sessin. Javnaðarflokkurin hevði ístaðin fingið eitt umboð í Eysturoynni. Har fekk Hans Mourits Foldbo flestar atkvøður.

Hjá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum hevði umboðanin verið hin sama.

Hjá Framsókn hevði eysturoyggin fingið eitt umboð frá havnini, tað merkir, at Hanna Jensen hevði tikið sessin frá Janusi Rein.

Eisini í Tjóðveldi hevði manningin sæð nakað øðrvísi út, var gamla valskipanin við sjey valdømum framvegis galdandi.

Tjóðveldi hevði mist umboðið í Suðuroynni, sum Sirið Stenberg annars fekk.

Flokkurin hevði eisini mist Gunnvør balle, sum fekk triðflestar atkvøður millum lokalu tjóðveldisvalevnini í Havnini.
Ístaðin hevði Tjóðveldi fingið eitt umboð í Eysturoynni.

Har fekk Ingolf S. Olsen flestar atkvøður - um vit meta hann sum eysturoying heldur enn vágamann, nú hann býr í Sørvági. Eisini hevði Tjóðveldi fingið eitt umboð í Norðuroyggjum, har fekk Óluva Klettsgarð flestar atkvøður.


Høvundur:
Finnur Jensen/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
5. nov kl. 16:00
Dagførd:
5. nov kl. 16:01