- Veljarin hevur talað, og ein borgarlig samgonga eigur at taka við leiðsluni í Føroyum.
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum veitir Kaj Leo Johannesen sín fulla stuðul at skipa eina samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vóru, saman við Framsókn, stóru sigursharrarnir á løgtingsvalinum leygardagin. Tilsamans eiga hesir tríggir flokkar 18 av 33 tinglimum, og kunnu tí skipa eina reint, borgarliga samgongu.
- Veljarin hevur talað, og hetta eigur so at vera fyrsta royndin hjá Kaj Leo Johannesen, sum er styrktur í sínum løgmanssessi, sigur Poul Michelsen.
Hóast Poul Michelsen fyrr í ár var so ónøgdur við Fólkaflokkin, at hann fór burturúr og stovnaði Framsókn, hevur hann í dag ongar trupulleikar at samstarva við sín gamla flokk.