Ætlar at arbeiða skjótt

Mynd: Savnsmynd

Stýriskipanarlógin sigur, at nývalt løgting kemur saman til fundar kl.10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar.

Høgni Djurhuus/Jógvan Hugo Gardar | 31. okt kl. 12:50 | Dagf. 31. okt kl. 12:50

Í seinasta lagi týsdagin 15.november klokkan tíggju hevur nývalda løgtingið sín fyrsta fund.

Á fyrsta løgtingsfundinum verða valbrøvini hjá teimum 33 valdu tingfólkunum góðkend. Síðani verður løgtingið sett, og tingsins formansskapur valdur. 

Stýrisskipanarlógin hevur eisini heilt greiðar mannagongdir fyri, hvussu løgmaður skal útnevnast, og samgonga skipast.

Um løgmaður ikki heldur fram eftir eitt val, skulu floksformenninir ein og ein inn til løgtingsformannin til samráð, tað kallast eisini formansumfar.

Har vísa floksformenninir á ein samráðingarleiðara, og løgtingsformaðurin ger síðani upp, hvør hevur størstu undirtøku fyri at fara undir samgongusamráðingar. 

Leggur løgmaður frá sær og verður loystur úr starvi, leggur løgtingsformaðurin uppskot um løgmansevni fyri løgtingið áðrenn tíggju yrkadagar eru farnir. 

Løgmaður kallaði tingmanning Sambandsfloksins á fund í gjárkvøldið at stinga út í kortið, hvat skal leggjast fyri hinar flokkarnar, tá teir verða kallaðir fundar um eina komandi samgongu.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði við Útvarpið í gjárkvøldið, at hann ætlar at arbeiða skjótt. 

Fínteljingin eftir valið leygardagin skal vera liðug komandi leygardag.

Hjá Javnaðarflokkinum er spenningur um sætta tingsessin, tí bara tríggjar atkvøður eru millum Eyðgunn Samuelsen og Helenu Dam á Neystabø, Eyðgunn fekk 261 og Helena 258 atkvøður.  








Høvundur:
Høgni Djurhuus/Jógvan Hugo Gardar
Løgd út:
31. okt kl. 12:50