Stórar avbjóðingar eru fyri framman. Hall er á fíggjarlógini, skatta- og avgjaldstrýstið er methøgt, stór óvissa valdar um fiskivinnuna, sum er okkara høvuðsútflutningsvinna.
Eitt ov høgt veiðutrýst ger, at fiskastovnarnir eru ov smáir, og at veiða og inntøka harav eru alt ov smá
lítil. Harafturat er tað ein týðandi avbjóðing at fáa størri fólkavøkstur í Føroyum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú nývalda løgtingið skal seta kósina.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at eitt felags stev má finnast og gongd má fáast á ein positivan spiralvirknað. Við tiltøkum sum búskaparliga menna samfelagið virka vit fyri, at fólk í størri mun støðast og trívast í Føroyum. Hervið fáa vit fólkavøkstur og møguleikan at styrkja grundarlagið fyri upp aftur størri búskaparligari menning.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tað er føroyskt vinnulív, sum skal slóða fyri samfelagsvøkstrinum, og tí má nýggja samgongan raðfesta vinnupolitikk høgt. Ein skynsom skattaskipan er ein týðandi fortreyt fyri vinnupolitikkin, men eisini, at tamarhald er á almennu útreiðslunum, sum annars kunnu hava óhepna ávirkan á karmarnar, sum vinnulívið skal virka undir.
Arbeiðsgevararnir vísa at enda á, at eitt vakið eyga má vera við, at neyðuga tilfeingið er tøkt, og tí má dentur leggjast á at røkja arbeiðsmegina, náttúrutilfeingi, kapitalin og vitanina.