Søguligur Kaj Leo
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skrivaði søgu á løgtingsvalinum leygardagin.
Dagur & Vika |
31. okt kl. 20:21 |
Dagf. 31. okt kl. 20:41
Hann fekk 1974 persónligar atkvøður, og tað er tað mesta, nakar hevur fingið á einum løgtingsvali. Flokkurin gekk fram - bæði í tinglimum og atkvøðum og tað hevur ongin løgmaður megnað síðani 1948. Løgmaður var rørdur, tá alt hetta var staðfest í valsendingini hjá sjónvarpinum leygarkvøldið.Løgd út:
31. okt kl. 20:21 Dagførd:
31. okt kl. 20:41