Helena og John mistu sessirnar

Mynd: Savnsmynd

Bara eitt av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum vann sín sess aftur.

Jógvan Hugo Gardar | 30. okt kl. 10:21 | Dagf. 30. okt kl. 10:26

Áðrenn fínteljingin er av, so sær tað út til at landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Neystabø og John Johannessen, ikki blivu afturvald.

Tað er bara uppreistrarsinnaði skopuningurin Gerhard Lognberg, ið fekk nýtt álit av manningini hjá Javnaðarflokkinum. Hini fimm eru øll nývald. Bæði Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen hava havt sætið á tingið seinastu fýra árini, men hetta hevur verið sum eykavald.

Áhugavert er at tey bæði sum í longri tíð vóru mett sum tey sum vildu royna at gerast formaður ella forkvinna í flokkinum, nú ikki hava fingið sess í løgtinginum. John Johannessen hevði stóra afturgongd og fór úr 287 atkvøðum á valinum seinast og niður í 118 atkvøður. Hann gjørdist nummar 14 á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Helena Dam á Neystabø misti eisini atkvøður, og fór úr 577 atkvøður í 2008, niður í 258 atkvøður á valinum ígjár. Tað eru bert tríggjar atkvøður færri enn Eyðgunn Samuelsen, sum situr á seinasta tingsessinum hjá Javnaðarflokkinm. Tað merkir at ein fínteljing kann fáa Helenu Dam á Neystabø inn á ting. Vinnur hon ikki sessin, so kemur hon tó at vera fyrsti eykvaldi tinglimurin hjá flokkinum og nógv at síggja í tinginum álíkavæl, annaðhvørt tí flokkurin kemur í samgongu, ella tá tinglimir hjá flokkinum mugu melda forfall.

Tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum eru nú: Aksel V Johannesen, Kristin Michelsen, Gerhard Lognberg, Rigmor Dam, Henrik Old og Eyðgunn Samuelsen.


Høvundur:
Jógvan Hugo Gardar
Løgd út:
30. okt kl. 10:21
Dagførd:
30. okt kl. 10:26