Tjóðveldi fekk eitt stak vánaligt úrslit á løgtingsvalinum, og fpormaðurin, Høgni Hoydal, noyddist at viðganga at støðan er álvarslig í flokkinum.
Flokkurin hevur gingið á odda fyri at loysa Føroyar frá Danmark, og hóast úrslitið av valinum kann tulkast sum um loysingarvongurin er styrktur í tinginum, nú bæði Fólkaflokkurin er styrktur og Framsókn fekk tvey umboð, so er úrslitið ikki nøktandi fyri Tjóðveldi sum flokk.
Tjóðveldi hevði sítt vánaligasta val síðani 1994, misti umleið fimm prosent av veljarunum og tveir tingsessir.
- Eg harmist um gongdina. Eg hevði tó ikki roknað við einari so stórari afturgongd, og hetta er ein álvarsom støða, sum flokkurin er komin í, segði Høgni Hoydal í formansumfarinum aftaná at valúrslitið varð alment.
- Eg kann brúka langa tíð at tosa um orsøkir til hetta úrslitið, men tað, at vit fóru í samstarv við minnilutasamgonguna, kostaði okkum. Tað er eisini ein gjógv millum miðstaðin og útjaðaran, vit hava eisini mist valevni, og tað hevur eisini spælt inn, at Framsókn hevur stillað upp sum ein loysingaflokkur, segði Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal skal nú standa á odda fyri eini tingmanning uppá seks umboð, tvey færri enn undanfarna løgting. Harafturat er tað ein heilt nýggj tingmanning, tí bara Høgni sjálvur og Bjørt Samuelsen eru afturvald. Páll á Reynatúgvu vann sær fæstan sess, aftaná at hava verið eykavaldur í farna skeiði. Kristina Háfoss kemur nú aftur á ting, meðan Gunnvør Balle og Sirið Stenberg eru heilt nýggj andlit í løgtinginum.
Tingmanningin hjá Tjóðveldi er nú hendan:
Høgni Hoydal
Kristina Háfoss - Nývald - hevur sitið á tingið áður
Bjørt Samuelsen
Gunnvør Balle - Nývald
Páll á Reynatúgvu - Nývald - eykalimur farna valskeið, og hevur áður sitið á tingið
Sirið Stenberg - Nývald