Valplakatir rakt bilar í nátt
Fleiri flokkar "fóru í luftina" í nátt og raktu bilar við Kollafjarðar tunnilin.
Jan Lamhauge |
29. okt kl. 16:42 |
Dagf. 29. okt kl. 18:04
Tað eru politisku flokkarnir, sum hava ábyrd av valplakatunum, teir hanga upp. Men í nógva vindinum í nátt var tað tó trupult hjá fleiri teirra at halda stýr á sínum valagni.
Serliga við Kollafjarðar tunnilin var nógvur vindur, og har blivu tveir bilar raktir av flúgvandi plakatum.
Á politistøðini í Havn siga tey, at talan var bert um smávegis skaðar á bilarnar, og tískil gjørdu tey ikki meir við málið, tí tey skiltu, at leysu plakatirnar vóru tiknar upp.
Eisini á Tvøroyri fekk løgreglan fráboðanir um plakatir, sum vóru farnar á flog.
Løgd út:
29. okt kl. 16:42 Dagførd:
29. okt kl. 18:04