Valkvøldið beinleiðis á netinum

Mynd: Savnsmynd

Løgtingsval verður bæði at síggja og hoyra í kringvarpinum - eisini á alnótini

Martin N. Simonsen/Jan Lamhauge | 29. okt kl. 14:02 | Dagf. 30. okt kl. 13:36

Nógvir fyrispurningar hava verið um, um tað fer at bera til at fylgja við løgtingsvalinum á heimasíðuni hjá kringvarpinum - og tað fer tað! 

Útvarpið sendir allan dagin ymiskt tilfar í samband við valið. Sjónvarpið sendir sína stóru valsending frá klokkan 19.00. Valhølini lata aftur klokkan 20.00, og fylgt verður við valúrslitunum, umframt at sent verður frá valstøðum kring landið. Og alt hetta ber til at síggja á www.kringvarp.fo/netvarp.

Seinni í kvøld verður eisini ein stream-leinkja at trýsta á her í greinini, sum vísir til eina hægri góðsku enn tann kringvarpið vanliga brúkar á netvarpinum.



Høvundur:
Martin N. Simonsen/Jan Lamhauge
Løgd út:
29. okt kl. 14:02
Dagførd:
30. okt kl. 13:36