Suðringar atkvøða tíðliga

Mynd: Savnsmynd

Tað tykist, sum fólk møta fyrr upp á atkvøðustøðunum, nú tá valið liggur ein leygardag.

Jan Lamhauge | 29. okt kl. 12:11 | Dagf. 29. okt kl. 12:15

Longu klokkan 11 í morgun høvdu 246 fólk valt í skúlanum í Trongisvági. Tað eru heili 19,3 prosent av teimum, sum hava valrætt.

Á Tvøroyri sigst annars, at tað var gamalt, at fólk serliga valdu eftir arbeiðstíð. Men nú tá valið liggur ein leygardag, tykist ein broyting vera hend, soleiðis at fleiri fólk velja fyrrapartin.

Ein av teimum fyrstu, sum møtti upp at velja, var veteranurin Sverri Midjord. Hann var í mong ár løgtinsmaður fyri Javnaðarflokkin og var eisini eitt borgarstjóri á Tvøroyri í mong ár.

1272 fólk hava valrætt í Tvøroyrar Kommunu. Hetta er ein minking síðan seinasta val, tá 1330 høvdu atkvøðurætt.



Høvundur:
Jan Lamhauge
Løgd út:
29. okt kl. 12:11
Dagførd:
29. okt kl. 12:15