Ring byrjan hjá Tjóðveldi

Mynd: Savnsmynd

Hóast bert fá valstøð enn eru upptald, eru ábendingar um, at Tjóðveldi fer at fáa eitt vánaligt

Jan Lamhauge | 29. okt kl. 21:35 | Dagf. 29. okt kl. 21:36

Veljarakanningarnar hava ikki verið blíðar við Tjóðveldi upp til løgtingsvalið. Og nú tá fyrstu valstøðini eru blivin upptald, eru ábendingar um, at Tjóðveldi fer at fáa eitt tað ringasta valið í nógv ár.

Eitt nú í heimstaðnum hjá fyrrverandi formanninum Heina O. Heinesen fekk flokkurin bert 16 atkvøður. Í 2008 fekk Tjóðveldi 35 atkvøður í Kunoy.

Men her skal sjálvandi hædd takast fyri, at tað bert er smábygdirnar, sum eru upptaldar. Men ábendingarnar higartil er greiðar.



Høvundur:
Jan Lamhauge
Løgd út:
29. okt kl. 21:35
Dagførd:
29. okt kl. 21:36