Lokalir toppskorarar í Klaksvík

Mynd: Savnsmynd

Klaksvíkingar livdu væl upp til sítt umdømi at vera lokalir, og vóru tað lokal valevnið, sum vóru toppskorarar hjá øllum flokkum í Klaksvík

Jan Lamhauge og Bjarni Mohr | 29. okt kl. 22:54 | Dagf. 29. okt kl. 22:59

Jákup Mikkelsen, Bjørn Kalsø, Aksel Johannesen, Jógvan Skorheim, Óluva Klettskarð, Dorit Hansen og Karsten Hansen. Ja, tað vóru lokal valevnir, sum fingu flest atkvøður á øllum listum í Klaksvík.

Annars var tað Fólkaflokkurin, sum var stóri vinnarin í Klaksvík. Fólkaflokkurin hevði stóra framgongd og fekk 34,8% av atkvøðunum í Klaksvík. Hetta er ein framgongd upp á 6,4%.

Stóri toppskorarin í Klaksvík var Bjørn Kalsø, sum fekk heili 485 atkvøður. Sambandsflokkurin fekk annars 595 atkvøður úr Klaksvík.



Høvundur:
Jan Lamhauge og Bjarni Mohr
Løgd út:
29. okt kl. 22:54
Dagførd:
29. okt kl. 22:59