Løgmaður greiði favoritturin

Mynd: Savnsmynd

Á heimasíðuni hava vit seinastu dagarnar spurt tykkum, hvat valevnið, tit meta, fer at fáa flest atkvøður.

Jan Lamhauge | 29. okt kl. 15:15 | Dagf. 29. okt kl. 15:58

http://www.kringvarp.fo/tidindi/logtingsval/val-tipping/Hvør fær flest atkvøður til løgtingsvalið 2011?

Hendan spurningin hava vit á alnótsredaktiónini á KvF sett tykkum seinasta dagarnar. Yvir 300 fólk hava í skrivandi løtu givið sítt boð, og sambært teimum er lítið at ivast í, at løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen, er stóri favoritturin at fáa flestar atkvøður í kvøld.

Meir enn helvtin av øllum teimum, sum hava givið sítt boð til KvF, halda, at Kaj Leo H. Johannesen fer at fáa flestar atkvøður. Hetta samsvarar eisini væl við úrslitið av kanningini hjá Fynd, sum KvF  kunngjørdi í gjár, har Kaj Leo H. Johannesen eisini fekk best undirtøku millum fólk sum løgmaður.     

Tann, ið næstflest meta, fær flest atkvøður, er Høgni Hoydal. Triðflest atkvøður frá KvF brúkarunum fær Annika Olsen.
  
Tú kanst geva títt boð uppá, hvør fær flestar atkvøður, og verða við í lutakastinum um ein vinning við at geva títt boð her.


Høvundur:
Jan Lamhauge
Løgd út:
29. okt kl. 15:15
Dagførd:
29. okt kl. 15:58