Formaðurin nærkast ikki flokkinum

Mynd: Savnsmynd

Kári á Rógvi nærkast ikki borðinum, har limirnir í Sjálvstýrisflokkinum sita í Útvarpshøllini

Jan Lamhauge og Bjarni Mohr | 29. okt kl. 22:44 | Dagf. 29. okt kl. 22:46

Nógv hevur verið at hoyrt um ósemjuna í Sjálvstýrisflokkinum seinstu tíðina, og er eisini lang tíð síðan, at flokkurin boðaði frá, at nýggjur formaður skuldi veljast aftan á løgtingsvalið.

Ósemjan er eisini týðilig í Útvarpshøllini í kvøld. Kári á Rógvi møtti upp í Útvarpshøllini um 21.30 tíðina. Men enn hevur hann ikki nærkast borðinum, har limirnir í hansara flokki sita, men heldur greiða frástøðu frá Sjálvstýrisborðinum.



Høvundur:
Jan Lamhauge og Bjarni Mohr
Løgd út:
29. okt kl. 22:44
Dagførd:
29. okt kl. 22:46