Betri valumstøður í Klaksvík

Mynd: Savnsmynd

Í Klaksvík verða nýggju hølini í Ósáskúlanum í ár brúkt sum valhølir, og tað riggar væl.

Jan Lamhauge | 29. okt kl. 15:50 | Dagf. 29. okt kl. 16:01

- Í Klaksvík hava vit jú fingið ein nýggjan prýðiligan skúla, so tað var upplagt at nýta hesi hølini sum valhølir. Soleiðis sigur Karl Johansen, valstýrisformaður í Klaksvík.

Í Klaksvík hava tey vanliga nýtt KÍ-høllina sum valhøli. Men soleiðis er ikki í ár, tá nýggju hølini í Ósáskúlanum eru karmur um løgtingsvalið.
Sambært Karl Johansen, valstýrisformanni, er umstøðurnar í nýggju hølunum munandi betri fyri bæði veljarar og starvsfólk. Ikki minst, eru umstøðurnar hjá rørslutarnaðum nógv betri í hesum nýggju hølunum, greiðir Karl Johansen frá.

Í Klaksvík plagar at vera góð valundirtøka, og sigur Karl Johansen, at vallutøkan í ár higartil liggur á sama støði, sum hon plagar.



Høvundur:
Jan Lamhauge
Løgd út:
29. okt kl. 15:50
Dagførd:
29. okt kl. 16:01