Kaj Leo best umtóktur

Mynd: Savnsmynd

Verandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, er eisini tann, sum hevur best undirtøku millum fólk sum løgmaður. Tað vísir veljarakanning, sum verður kunngjørd í fullum líki í Degi & Viku í kvøld

Gunnar Skúvadal/Eirikur í Jákupsstovu | 28. okt kl. 18:32 | Dagf. 28. okt kl. 18:32

Kaj Leo Johannesen fær størstu undirtøkuna. 

Men rættuliga nógv - yvir 38 prosent - vita ikki, hvør er best egnaður sum komandi løgmaður í Føroyum.

Fjórði hvør veljari heldur, at formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen eigur at halda fram sum løgmaður eftir valið. 

Tað vísir nýggja kanningin sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið.

8,6 prosent siga, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er best egnaður sum løgmaður og 4,5 prosent peika á formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V.Johannesen.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclassen, fær stuðul frá einum prosenti av veljarunum. Tað er bara ein lítil fjórðingur av stuðlinum sum Annika Olsen fær, og ein lítil helvt av stuðlinum sum Jacob Vestergaard fær.

Stuðulin hjá sitandi løgmanni er at finna í øllum flokkum, sambært kanningini hjá Kringvarpinum. 

Hinvegin eru tað bara fólk úr Miðflokkinum sum vilja hava Jenis av Rana til Løgmann, og bara fólk úr Sjálvstýrisflokkinum sum vila hava Kára P.Højgaard sum formann. 

Høvuðstølini - tað vil siga hvussu atkvøðurnar verða býttar millum ymsu flokkarnar - verða kunngjørd í Degi og Viku klokkan sjey í kvøld. 



Høvundur:
Gunnar Skúvadal/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
28. okt kl. 18:32