Nýggi flokkurin Framsókn kann rokna við at fáa eitt umboð inn á ting í morgin, um vit skulu trúgva nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Hetta gongur útyvir Tjóðveldi og Fólkaflokkin, sum missa hvør sín tinglim, so Tjóðveldi fær sjey tingfólk í mun til átta í dag, meðan Fólkaflokkurin fer frá sjey niður á seks tingfólk.
Sum flestallar veljarakanningar annars hava víst, so kann Sambandsflokkurin, hóast hann hevur havt løgmann seinasta valskeiðið, rokna við at gerast størsti flokkur og fáa 8 fólk inn á ting í mun til sjey í dag.
Javnaðarflokkurin varðveitir síni seks umboð, og tað gera Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin eisini við ávíkavist trimum og tveimum umboðum.
Í prosentum gevur hetta Sambandsflokkinum 23,4 prosent av atkvøðunum, Tjóðveldi 20,2 prosent, Fólkaflokkinum 19,2 prosent, Javnaðarflokkinum 17,7 prosent, Miðflokkinum 8,1 prosent, Sjálvsstýrisflokkinum 6,7 prosent og Framsókn 4,7 prosent av atkvøðunum.
Um vit samanbera við kanningina, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, sum kom út í dag, so fáa Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin líka nógv tingfólk í báðum kanningum, meðan Fólkaflokkurin fær tvey umboð færri í kanningini hjá Kringvarpinum, og Framsókn fær eitt tingfólk færri í kanningini hjá Kringvarpinum. Hinvegin fáa Tjóðveldi, Sjálvsstýrisflokkurin og Miðflokkurin ein fleiri í kanningini hjá Kringvarpinum.
Um hendan nýggja kanningin hjá Kringvarpinum skal samanberast við tí fyri 10 døgum síðan, so er ongin broyting hend.
Seint í annaðkvøld vita vit, hvørt Fynd ella Gallup vóru nærmast við endaliga úrslitið.