Fólkaflokkurin næststørsti flokkur

Mynd: Savnsmynd

Sambært veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, verður Sambandsflokkurin størsti flokkur, meðan Fólkaflokkurin verður næststørstur. Framsókn fær tvey tingumboð sambært kanningini, og Tjóðveldi missir tvey umboð í mun til seinasta val

Eirikur í Jákupsstovu | 28. okt kl. 15:05 | Dagf. 28. okt kl. 16:10

Sambandsflokkurin verður aftur í hesari veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin í fyrrakvøldið, størsti flokkur við 24,6 prosentum av atkvøðunum. Hann fekk 23 prosent av atkvøðunum í kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Kringvarpið fyri kortum. 

Ein stór broyting í mun til kanningina hjá Kringvarpinum liggur hinvegin í Fólkaflokkinum. Sambært kanningini hjá Kringvarpinum fekk flokkurin 19,3 prosent av atkvøðunum, men fær sambært hesi nýggju kanningini 23 prosent av atkvøðunum, og verður harvið næststørsti flokkur.

Javnaðarflokkurin gerst sambært kanningini hjá Sosialinum triðstørsti flokkur við 19,3 prosentum av atkvøðunum í mun til 18,8 prosent í kanningini hjá Kringvarpinum.

Tjóðveldi fer frá at vera næststørsti flokkur í kanningini hjá Kringvarpinum til at vera mittasti flokkurin í kanningini hjá Sosialinum. Hann fer úr 21 prosentum av atkvøðunum niður á 18,4 prosent av atkvøðunum.

Miðflokkurin fær í hesari kanningini hjá Sosialinum 6,2 prosent í mun til 7,9 prosent í kanningini hjá Kringvarpinum.

Framsókn hevur framgongd og fær sambært kanningini hjá Sosialinum 5 prosent av atkvøðunum í mun til 3,8 prosent í kanningini hjá Kringvarpinum.

Sjálvsstýrisflokkurin gerst minsti flokkur, og fær sambært nýggju kanningini 3,5 prosent av atkvøðunum í mun til 6,1 prosent hjá Kringvarpinum.

Flokkabýtið verður sambært kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa átta tingfólk, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa seks tingfólk, Miðflokkurin og Framsókn fáa tvey tingfólk og Sjálvsstýrisflokkurin fær eitt tingfólk.

Í mun til kanningina hjá Kringvarpinum, sum varð gjørd fyri 10 døgum síðan, so varðveitir Sambandsflokkurin síni átta umboð, Fólkaflokkurin fær tvey umboð afturat, Tjóðveldi missir eitt umboð, Javnaðarflokkurin heldur upp á síni seks, Framsókn fær eitt umboð afturat, Miðflokkurin missir eitt umboð og tað ger Sjálvsstýrisflokkurin eisini.

Um vit samanbera kanningina hjá Sosialinum við valið í 2008, so vinna Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eitt umboð, Tjóðveldi missir tvey umboð, Javnaðarflokkurin stendur í stað, Miðflokkurin missir eitt umboð, Framsókn vinnur tvey umboð og Sjálvsstýrisflokkurin missir eitt umboð.

Gallup spurdi 594 fólk í kanningini hjá Sosialinum.

Fesk veljarakanning - gjørd í gjárkvøldið - verður gjørd almenn í Degi & Viku í kvøld.



Høvundur:
Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
28. okt kl. 15:05
Dagførd:
28. okt kl. 16:10