Arbeiðsgevarafelagið vil hava meira útbúgving

Mynd: Savnsmynd

Felagið hjá arbeiðsgevarunum ynskir, at politikararnir leggja seg eftir at raðfesta útbúgving eftir valið

Karolina Thostrup/Eirikur í Jákupsstovu | 27. okt kl. 13:31 | Dagf. 27. okt kl. 13:31

Ein av fremstu raðfestingum hjá politiska myndugleikanum eftir valið eigur at vera at varðveita eina lutfalsliga stóra og dygdargóða arbeiðsmegi. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at útbúgvingarpolitikkur skal hava høga raðfesting hjá politiska myndugleikanum. Fyri vinnuna er tað avgerandi, at skúlarnir geva børnum og ungum so mikið av førleikum, at tey kunnu lúka tey støðugt hækkandi førleikakrøvini á arbeiðsmarknaðinum, skrivar felagið í tíðindaskrivi. 

Føroyar mugu hava dygdargóðar útbúgvingar frá fólkaskúla til miðnám og hægri útbúgvingar. Vit mugu eisini seta okkum sum mál, at okkara skúlaskipanir - frá fólkaskúla til hægri útbúgvingar - virka væl, og at útbúgvingarnar eru á nóg høgum og á kappingarførum stigi. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at bæði lógin og bygnaðurin á fólkaskúlaøkinum eiga at verða endurskoðað. Haraftrat eiga vit at seta okkum sum mál at hava munandi fleiri útbúgvingar enn nú í Føroyum, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindaskrivi.



Høvundur:
Karolina Thostrup/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
27. okt kl. 13:31