Løgfrøðingur: Dimma víst ringan fjølmiðlasið

Mynd: Savnsmynd

Tá Dimmalætting noktar einum valevni at skriva valgrein á donskum, brýtur blaðið ásetingarnar um góðan fjølmiðlasið, heldur Jonhard Klettheyggj, løgfrøðingur og fyrrverandi formaður í fjølmiðlanevndini

Eirikur í Jákupsstovu/Uni L. Hansen | 26. okt kl. 19:37 | Dagf. 26. okt kl. 20:05

Tað er ikki í lagi at nokta einari valgrein innivist í einum blað, um orsøkin er, at greinin er skrivað á donskum.

Tað er niðurstøðan hjá Jonhard Klettheyggj, løgfrøðingi og fyrrverandi formanni í fjølmiðlanevndini.

Málið snýr seg um, at Ann Damgaard, løgtingsvalevni, fegin vildi hava eina valgrein við í Dimmalætting. Tað kunnu øll valevni sum útgangsstøði afturfyri eitt gjald, men tað kundi Ann Damgaard ikki.

Ann Damgaard er nevniliga donsk, men býr í Føroyum og er ríkisrættarliga at meta sum føroyingur. Hon dugir tó ikki so væl at skriva føroyskt, og vildi tí hava eina danska valgrein í Dimmalætting. Og tað er júst hetta, sum ikki ber til.

- Dimmalætting er ein føroysk avís, og tað, sum stendur í Dimmalætting er sjálvandi á føroyskum, sigur Brynhild Thomsen, blaðstjóri, við útvarpið, og vísir á, at tað er nógv annað tilfar á øðrum málum enn føroyskum, sum ikki kemur við í blaðið, og at tað tí onki hevur við valevnið at gera.

Men Jonhard Klettheyggj heldur ikki, at tað er í lagið, at føroysk bløð bert eru á føroyskum. 

Hann vil ikki siga, at tað er brot á Heimastýrislógina at nokta donskum lesarabrøvum innivist, hóast tað í Heimastýrislógini verður greitt frá, at danskt í sama mun sum føroyskt kann brúkast í almennum viðurskiftum, men hann staðfestir, at tað er í stríð við góðan fjølmiðlasið.

- Um mann útihýsir einum valevni at bera síni sjónarmið fram, so er tað í stríð við góðan fjølmiðlasið, sigur Jonhard Klettheyggj við útvarpið, og sambært honum er orsøkin millum annað, at tað stendur í reglunum um góðan fjølmiðlasið, at fjølmiðlarnir hava eina serliga ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið koma fram.


Høvundur:
Eirikur í Jákupsstovu/Uni L. Hansen
Løgd út:
26. okt kl. 19:37
Dagførd:
26. okt kl. 20:05