Bara Havnin vil lækka blokkin
Sambært kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsi, so er tað bert í Suðurstreymoy, at tey eru fleiri, ið vilja lækka ríkisveitingina enn tey eru, ið vilja hækka hana. Tó er ongastaðni meiriluti fyri at hækka ella lækka ríkisveitingina nakrastaðni í landinum
Eirikur í Jákupsstovu |
26. okt kl. 10:01 |
Dagf. 26. okt kl. 10:01
Ríkisveitingin er rættiliga populer í hesum døgum. Tað er nevniliga bert í Suðurstreymoy, at tað eru fleiri fyri at lækka veitingini enn tað eru, sum vilja hækka veitingina.
Hetta vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsi.
Sambært kanningini eru 31 prosent av fólkinum fyri at lækka ríkisveitingina, meðan 22 prosent vilja hækka hana.
Longur tú kemur burtur frá Havnini, størri verður undirtøkan fyri at hækka ríkisveitingina.
Í Suðuroy eru til dømis 41 prosent av teimum spurdu fyri at hækka ríkisveitingina, meðan bara 11 prosent vilja hava hana at lækka. í Vágum er næstan sama støða sum í Suðuroy, 39 prosent vilja hækka ríkisveitingina, og í Norðoyggjum vilja 32 prosent hækka veitingina, meðan 20 prosent vilja lækka hana.
Í Eysturoy og Sandoy eru eins nógv fyri at hækka veitingina, sum tað eru fyri at lækka hana.
Høvundur:
Eirikur í JákupsstovuLøgd út:
26. okt kl. 10:01