57 ynskja at broyta hjúnabandslógina

Mynd: Savnsmynd

Sambært LGBT Føroyar eru 57 valevni fyri at broyta hjúnabandslógina, so hjúnaband ikki longur skal vera ímillum kvinnu og mann, men millum tvey fólk

Høgni Djurhuus/Eirikur í Jákupsstovu | 26. okt kl. 09:20 | Dagf. 26. okt kl. 09:20

57 valevni eru fyri at broyta hjúnabandslógina, so samkynd eisini kunnu giftast.

Tað sigur felagsskapurin LGBT Føroyar, sum spurdi øll 168 valevni um hjúnabandslógina. 

57 valevni svaraðu, at tey eru fyri at dagføra hjúnabandslógina soleiðis, at hjúnabandið kann vera millum tvey fólk og ikki bara millum mann og kvinnu. 

Talan er tó bara um at loyva borgaraligum vígslum, ikki kirkjuligum vígslum ella vígslum í samkomum. 

Serliga valevni í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum eru fyri at broyta hjúnabandslógina. Teirra millum eru nøkur løgtingsfólk og landsstýrisfólk. 

Flestu valevni í øðrum flokkum bóru seg undan at svara.  

Bjarni Lisberg, talsmaður fyri LGBT Føroyar sigur, at tey eru serstakliga væl nøgd við, at so nógv taka jaliga undir við hesum, fyri tey, sjálvsagda borgaraliga rætti.


Høvundur:
Høgni Djurhuus/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
26. okt kl. 09:20