Útrokningarháttur bjargar Miðflokkinum
Seinast vallógin varð broytt var Miðflokkurin við til at broyta útrokningaháttin. Sambært veljarakanning hjá Norðlýsinum er tað nú bara útrokningarhátturin, sum ger, at Miðflokkurin fær tveir menn inn á ting
Eirikur í Jákupsstovu |
24. okt kl. 16:09 |
Dagf. 24. okt kl. 16:20
Ein av teimum trimum á myndini kemur ikki inn leygardagin, um vit skulu trúgva nýggjastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsi.
Sambært kanningini, so fær Miðflokkurin nevniliga bara tvey umboð á ting, men flokkurin hevði bert fingið ein, um so var, at útrokningarhátturin til valið ikki varð broyttur í fjør.
Tað var á sumri í fjør, at fleiri tingmenn vildu broyta vallógina soleiðis, at Føroyar aftur blivu fleiri valdømi. Við aðru viðgerð var tepur meiriluti fyri at gera Føroyar aftur til fleiri valdømi, men við triðju viðgerð fall uppskotið.
Millum aðru og triðju viðgerð hevði Miðflokkurin lagt upp til eitt broytingaruppskot, so útrokningarhátturin til løgtingsval bleiv broyttur, frá at brúka sokallaða d'Hondt til at brúka rokniháttin við størsta broti.
Hetta gevur smærru flokkunum fyrimun í mun til d'Hondt útrokningarháttin, og tað er sambært Norðlýsinum júst hetta sum ger, at Miðflokkurin nú stendur til at fáa tvey umboð á tingi og ikki bara eitt.
Tingmannabýtið verður sambært kanningini annars, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa 8 tingfólk, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa 6 tingfólk, Miðflokkurin og Framsókn fáa 2 tingfólk og Sjálvsstýrisflokkurin fær eitt tingfólk.
556 fólk vórðu spurd.
Høvundur:
Eirikur í JákupsstovuLøgd út:
24. okt kl. 16:09 Dagførd:
24. okt kl. 16:20