Taka undir við at banna happing við lóg
Happing skal vera ólóglig. Tað heldur meirilutin av politisku flokkunum. Hetta kemur fram í spurnarumfari, sum lærarafelagið hevur gjørt
Anna Ellingsgaard/Eirikur í Jákupsstovu |
24. okt kl. 12:16 |
Dagf. 24. okt kl. 13:17
Rættiliga breið politisk undirtøka tykist vera fyri at happing í fólkaskúlanum skal bannast við lóg.
Tað vísir eitt spurnarumfar, sum Føroya Lærarafelag hevur gjørt.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin halda, at vit eiga at lóggeva móti happing í fólkaskúlanum.
Fólkaflokkurin ivast eitt sindur, tí trupult er at lóggeva tá talan er um børn, sigur flokkurin.
Sambandflokkurin er ímóti at lóggeva móti happin millum næmingar í fólkaskúlanum.
Høvundur:
Anna Ellingsgaard/Eirikur í JákupsstovuLøgd út:
24. okt kl. 12:16 Dagførd:
24. okt kl. 13:17