Samtak við ynskilista til politikarar

Mynd: Savnsmynd

12 ynskir til politisku skipanina. Samtak er komið við sínum ynskilista til politikararnar til komandi valskeið

Finnur Jensen/Eirikur í Jákupsstovu | 24. okt kl. 13:32 | Dagf. 24. okt kl. 13:32

Politisku flokkarnir eru komnir við sínar valskrá.
Áhugafelagið hjá arbeiðsgevarunum, Vinnuhúsið, kom við sínari valskrá í síðstu viku.
Og í dag komu arbeiðarafeløgini við sínum ynskilista yvir mál, sum felagið ynskir politikararnar at fremja eftir valið.

Samtak, sum umboðar stóru arbeiðarafeløgini, hevur 12 mál. Hesi eru:

- At savna skipanir, sum arbeiðsmarknaðurin varar av, so sum ALS, Barnsburðarskipanin og Samhaldsfasti
- At seta í verk arbeiðsskapandi tiltøk um alt landið fyri at minka um arbeiðsloysið.
- At styrkja Arbeiðseftirlitið og skipaeftirlitið, so stovnarnir fáa røkt sína eftirlitsskyldu
- At stuðla arbeiðsgevarum í at taka fólk við skerdum førleikum í starv.
- At hækka frítíðarlønina til 13,5 procent.
- At styrkja Kappingareftirlitið og at knýta eitt príseftirlit afturat stovninum.
- At syrgja fyri at útlendingar, sum sigla við føroyskum skipum, fylgja somu sáttmálum sum føroyingar.
- At gera lógir, sum forða fyri privatari spekulasjón í ogn Føroya Fólks
- At halda fast um, at landskatturin er lutfalshækkandi eftir inntøkustødd.
- At smíða eina nýggja og dagførda forsorgarlóg at seta í gildi í seinasta lagi í 2013.
- At broyta sjúkradagpeningalógina, so fólk við langtíðarsjúku kunnu vera í skipanini í upp til 3 ár.
- At geva støkum forsyrgjarum, sum eru lesandi, dupultan lestrarstuðul, umframt at hækka barnapeningin hjá øllum støkum uppihaldarum við 2000 krónum. Og at veita lestrarstuðul allar mánaðirnar í árinum og ikki bara í 11 mánaðir, sum nú er.


Høvundur:
Finnur Jensen/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
24. okt kl. 13:32