10. flokkarnir í fólkaskúlanum eiga at savnast í størri deplum.
Tað eru allir politisku flokkarnir samdir um, sambært einum spurnarumfari, sum Lærarafelagið hevur gjørt
Heimasíðan hjá lærarafelagnum skrivar, at seinnu árini eru nógvir skúlar farnir at samstarva um framhaldsdeild og tíggjunda flokk við góðum úrsliti. Tilgongdin til 10. flokk í Tórshavnar kommunu er sera stór, nú allur árgangurin verður savnaður í einum skúla, Nám X í Eysturskúlanum.
Og alt bendir á at politiskur vilji er til at víðka hesa skipan til restina av landinium
Spurdir um, 10. flokkarnir kring landið eiga at verða savnaðir í nakrar fáar 10. floks deplar, svara allir politisku flokkar játtandi.
Flokkarnir eru hinvegin ikki so samdir um, hvør skal reka fólkaskúlarnar - landi ella kommununar.
Framsókn, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin halda, at kommunurnar skulu eiga og reka fólkaskúlan allan sum hann er; tað halda Tjóðveldi, Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki, og Sambandsflokkurin svarar ikki hesum spurninginum.
Allir flokkarnir eru eisini samdir um, at tað eigur at vera eitt krav til skúlanýbyggingar, at matarhøli eru í fyrsta byggistigi. Fólkaflokkurin leggur tó afturat, at tá ið tað eru kommunurnar, sum eiga at reka fólkaskúlan, er tað upp til tær, um matarhølið er partur av fyrsta byggistigi