Eingin fær ein stórsigur

Mynd: Savnsmynd

Roknast kann við at løgtingsvalið um eina viku vil hava við sær at vit aftur fáa eitt løgting við fýra stórum flokkum.

Óluva Zachariasen/Jógvan Hugo Gardar | 22. okt kl. 18:24 | Dagf. 22. okt kl. 18:24

Tað siðbundna floksbýtið, við fýra stórum flokkum og einum ella fleiri smáum, hómast aftur í seinastu veljarakanningunum, sum hava verið gjørdar.

Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at mynstra við millum einum fimtingi og einum fjórðingi av atkvøðunum í part, heldur samfelagsfrøðingurin, sum ikki trýr uppá at nakar av flokkunum fær ein stórsigur.



Høvundur:
Óluva Zachariasen/Jógvan Hugo Gardar
Løgd út:
22. okt kl. 18:24