Klára seg betur enn væntað í veljarakanning
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, heldur, at Sjálvsstýrisflokkurin klárar seg betur enn væntað í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið
Karolina Thostrup/Eirikur í Jákupsstovu |
20. okt kl. 12:01 |
Dagf. 20. okt kl. 12:01
Tað er óvæntað, at Sjálvsstýrisflokkurin stendur seg so væl í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
Hevði val verið í dag, hevði Sjálvstýrisflokkurin fingið 6,1 prosent av atkvøðunum og harvið varðveitt báðar sínar sessir í løgtinginum.
- Eg hevði væntað, at flokkurin fór at fáa millum ein og kanska ongan tingmann. Men okkurt bendir á, siðbundnu sjálvstýrisveljararnir aftur standa saman um flokkin eftir at hava revsað hann til fólkatingsvalið, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
Høvundur:
Karolina Thostrup/Eirikur í JákupsstovuLøgd út:
20. okt kl. 12:01