Fólkaflokkurin lagt valskrá fram

Mynd: Savnsmynd

Flatskattaskipan, ein minni almennur sektorur og nýggjar samráðingar um dupultskattaavtalur. Fólkaflokkurin hevur í dag lagt fram sína valskrá, sum eftir teirra tykki skal lyfta Føroyar burturúr kreppuni

Gunnar Skúvadal/Eirikur í Jákupsstovu | 20. okt kl. 15:46 | Dagf. 20. okt kl. 16:13

Lægri skattur skapar í seinasta enda meira vælferð til okkum øll. Almenni sektorurin má minkast, og fiskivinnan má fjálgast mest møguligt og ikki tyngjast av eykaskattum ella avgjøldum. 

Hetta eru reyðir træðrir í valskránni hjá Fólkaflokkinum, sum varð kunngjørd í dag.

- Verandi skattur førir til, at fólk ikki hava hug til at arbeiða, so vit eru á veg inn í eina ónda ringrás, har landskassin hevur størri og størri skuld, og tí mugu vit hava ein vøkstur, og tá má tað loysa seg at arbeiða, og tað leggur okkara skattauppskot upp til, sigur Jørgen Niclasen við útvarpið.

At lova veljaranum at sleppa lættari í skatti hava eisini aðrir flokkar roynt seg við í valstríðnum. 

Modellið hjá Fólkaflokkinum eitur flatskattur. Eingin inntøka skal skattast við meira enn 40 prosentum - ágrýtni skal lønast og ikki revsast.

Hóast tað er arbeiðsloysi í Føroyum, so metir Jørgen Niclasen, at fleiri arbeiðspláss koma av sær sjálvum við teirra skattauppskoti.

- Arbeiði skapar arbeiði. Um tað loysir seg at arbeiða og virka, so loysir tað seg eisini at finna uppá og at fara í gongd við okkurt. Og bara tað, at hugurin hjá fólki at arbeiða gerst størri, so skapar tað avtomatiskt fleiri arbeiðspláss, sigur Jørgen Niclasen við útvarpið.

Harafturat ætlar Fólkaflokkurin, at skatturin av pensjónini verður goldin, tá pengarnir verða inngoldnir heldur enn tá teir koma út, og harafturat ætlar flokkurin at gera fleiri dupultskattaavtalur, so Føroyar fáa meira burturúr teimum, sum arbeiða úti í heimi.






Høvundur:
Gunnar Skúvadal/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
20. okt kl. 15:46
Dagførd:
20. okt kl. 16:13