Samfelagsfrøðingur: Løgmaður ligið sjóvarfallið av sær
Sambært Jógvani Mørkøre, samfelagsfrøðingi, kundi Sambandsflokkurin fingið eitt nógv betur val enn útlitini nú eru, um Kaj Leo Johannesen skrivaði val út í vár heldur enn nú
Óluva Zachariasen/Eirikur í Jákupsstovu |
19. okt kl. 21:01 |
Dagf. 19. okt kl. 21:01
- Tú nýtist ikki at vera nakar stórur profetur fyri at kunna síggja, at fiskidagarnir fóru at geva trupulleikar.
Soleiðis fullu orðini hjá Jógvani Mørkøre, samfelagsfrøðingi, í útvarpstíðindunum í kvøld.
Hann sipar til, at fyri einum lítlum ári síðan stóð Sambandsflokkurin til at fáa umleið 30 prosent av atkvøðunum í mun til 23 prosent í kanningini, sum Fynd í gjár gjørdi fyri Kringvarpið.
Tí roknar samfelagsfrøðingurin við, at Sambandsflokkurin kundi fingið eitt enn betur val í vár enn flokkurin nú stendur til at fáa.
Orsøkin til, at útlitini hjá flokkinum eru verri nú, kan sambært Jógvani Mørkøre vera, at tingmanninginin hjá flokkinum hevur verið púra ósamd um allan fiskivinnupolitikkin, og at flokkurin hevur havt ábyrgdina av makrelinum í summar, har tað var rímiliga buldrasligt.
Men hóast hetta, so stendur Sambandsflokkurin til at gerast størstur í hesari veljarakanningini við átta tingmonnum, Tjóðveldi stendur til at fáa sjey, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin seks, Miðflokkurin tríggjar, Sjálvstýrisflokkurin tveir og Framsókn ein tinglim.
Høvundur:
Óluva Zachariasen/Eirikur í JákupsstovuLøgd út:
19. okt kl. 21:01