Greiða í fyrsta lagi frá valskipan eftir valið

Mynd: Savnsmynd

Tað kemur ongin ávegis frágreiðing um valskipanina, sum nevndin, sum ger frágreiðingina fyri løgtingið annars hevur lovað. Orsøkin er, at nevndin ikki vil hava, at ein tílík frágreiðing verður partur av valstríðnum

Eirikur í Jákupsstovu | 19. okt kl. 15:01 | Dagf. 19. okt kl. 15:01

- Vit fara ikki at leggja nakra frágreiðing fram fyrr enn eftir valið.

Tað sigur Petur Zachariasen, formaður í nevndini, sum formansskapurin í løgtinginum í fjør setti at eftirmeta verandi valskipan, við Sosialin í dag.

Tað var eftir at Løgtingið hevði samtykt, at Føroyar skulu vera verandi eitt valdømi, og at útrokningarhátturin um størsta brøk varð valdur at gera valúrslit upp við, at formansskapurin í Løgtinginum gjørdi av at seta eina nevnd at gera eina frágreiðing um verandi valskipan.

Nevndin gjørdist fyri tíð síðan greið yvir, at hon ikki fór at verða liðug fyrr enn eftir valið, og vildi ikki seta ferðina upp, tí tað kundi tykjast politiskt motiverað. Men hóast hetta, so gjørdi nevndin í september greitt, at hon fór at koma við einari ávegis frágreiðing, so formansskapurin, sum setti nevndina kundi fáa okkurt úrslit.

Hendan ætlanin er nú slept, og Petur Zachariasen sigur við Sosialin í dag, at orsøkin er, at tey ikki vilja hava, at teirra frágreiðingin gerst partur av valstríðnum.

Hann leggur tó dent á, at tey ikki hava drýggað arbeiðið, men at tey bara ikki náddu at blíva liðug við frágreiðingina.

Nú er tí óvist, um nøkur frágreiðing kemur. Orsøkin er, at um arbeiðið skal halda fram, so noyðast fólkini, ið verða vald á løgting eftir valið, at samtykkja, at nevndin sleppur at gera arbeiðið liðugt.


Høvundur:
Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
19. okt kl. 15:01