Finna aftur til sínar flokkar

Mynd: Savnsmynd

Sambært Jógvani Mørkøre, sum stóð fyri veljarakanningini, sum Kringvarpið hevur latið gera, so vísir hendan kanningin, at fólk finna aftur til sínar gomlu flokkar eftir at hava revsað teir í øðrum kanningum

Karolina Thostrup/Eirikur í Jákupsstovu | 19. okt kl. 16:01 | Dagf. 19. okt kl. 17:30

Sambært nýggju veljararkanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið, henda ikki tær stóru broytingarnar millum flokkarnar síðan seinasta løgtingsval, men Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini, heldur kortini, at kanningin vísir nakað serligt í mun til aðrar kanningar, sum eru gjørdar seinasta valskeiðið.

- Um vit samanbera við aðrar kanningar, so síggja vit at í summum kanningum fekk Sambandsflokkurin yvir 30 prosent av atkvøðunum, meðan Javnaðarflokkurin lá niðanfyri 15 prosent. Nú byrjar hetta gloppið at minka, so tað fer at líkjast tí frá seinasta vali, sigur Jógvan Mørkøre við útvarpið.

Sambært Jógvani Mørkøre er ein frágreiðing til hetta, at teir flokkarnir, sum hava havt ringar veljarakanningar, hava átt ein stóran part av teimum veljarunum, sum hava sagt, at teir ikki vita, hvønn tey velja, og soleiðis revsa sín flokk, og so tá valið nærkast, so minkar hesin parturin, og tað byrjar at líkjast úrslitinum frá seinasta vali.

Hann greiðir somuleiðis frá, at í kanningini sæst, at tað serliga eru Tjóðveldi og Fólkaflokkurin sum minka, og at tað sæst, at Framsókn fær ein stóran part av hesum atkvøðum sum ein nýggjur flokkur.

Tingmannabýtið verður eftir hesari veljarakanningini, at Sambandsflokkurin fær átta, Tjóðveldi sjey, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin seks, Miðflokkurin tríggjar, Sjálvstýrisflokkurin tveir og Framsókn ein tinglim.

793 veljarar vóru spurdir í veljarakanningini.

Løgtingsval verður um 10 dagar.


Høvundur:
Karolina Thostrup/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
19. okt kl. 16:01
Dagførd:
19. okt kl. 17:30