Fornminnini greinast

Mynd: Savnsmynd

Føroya Fornminnissavn skipar í hesum døgum fyri einum sokallaðum grundifundi um fornminnini í Kirkjubø. Grundifundurin er liður í tí mentanarsøguliga partinum av arbeiðinum.

Jákup Magnussen | 9. sep kl. 11:44 | Dagf. 9. sep kl. 12:36

Til hetta høvið fundast serfrøðingar úr Føroyum, Danmark, Onglandi og Skotlandi. Byrjað varð í gjár og hildið verður fram til í morgin, leygardagin, tá almenningurin kann koma til Kikjubøar við sínum spurningum, forvitni, ella møguligum áskoðanum. í sendingini greiðir norski listasøgufrøðingurin Morten Stiege frá, at Múrurin er lítil, men sera áhugaverdur - eisini sum partur av norðuratlantisku katedralsøguni. Leiðiarin á Fornminnissavninum, Símum V. Arge, sigur, at nógv bendir á, at Kirkjubøur hevur verið eitt altjóða umhvørvi.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
9. sep kl. 11:44
Dagførd:
9. sep kl. 12:36